28 Sep
Tórshavn (capital)
75 - 175 DKK
Tónleikur

Beethoven & Aldubáran

x
Ein sjáldsamur møguleiki at hoyra tvey meistaraverk innan kamartónleik á ársins klassisku heystkonsert.

Beethoven er eitt av týdningarmiklastu tónaskøldum nakrantíð. Samtíðin lýsti hann sum eitt bráðsint flogvit, ið setti listina fram um alt annað. Við sínum tónleiki breyt Beethoven allar tátíðar siðvenjur við ógvusligari orku og hugflogi. Hjartatátturin var ein avgjørd trúgv á menniskjað og á tónleikin, ið var við til at skapa ein betri heim.

Á hesi konsert framførir Aldubáran tvey verk, ið eru sera ymisk av lyndi: Álvarsomu og hugtakandi ”Kreutzer sonatuna” op 47 fyri violin og klaver, og glaðu og lívsjáttandi Septettina op 20.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

28 Sep 19:30

Price

Vanligt 175 DKK

Lesandi 75 DKK