27 May
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Barsilsfyrilestur: Tilknýti og sálarheilsa

x
Fyrilestrarhaldari: Bjørt Lind, sálarfrøðingur og námslektari á Setrinum.

Er sálarheilsa viðfødd, ella kunnu vit sum foreldur vera við til at ávirka sálarligu menningina hjá barninum? Gransking bendir á, at sálarliga menningin hjá barninum er litað av tilknýtinum millum barnið og primer-umsorgarnarpersónin. Bjørt Lind, sálarfrøðingur og námslektari á Setrinum, fer at hugleiða um evnið til komandi barsilsfyrilestur.

Upplýsingar:
Tađ er avmarkað pláss, og tí er sera umráðandi at avlýsa plássið, um tit ikki fáa møtt til fyrilesturin. Hetta kann gerast við at senda teldupost til nlh@nlh.fo ella at ringja á tel. 351 351.

Fyrilesturin er opin tvs. at tú kanst melda teg til, hóast tú ikki ert í barsil. Tá skalt tú bert hava í huga, at barnaplutran, bróstageving og babyalarmar eru ein partur av rúminum.

Norðurlandahúsið hevur allar neyðugar hentleikar. Barnavognarnir kunnu parkerast í einum innskoti aftanfyri húsið, so lætt verđur at sleppa til barnavognin undir fyrilestrinum. Vesi við putliborði er bæði við inngongdina í forhøllini og við síðuna av Skálanum. Við atliti til reinføri og aðrar gestir, verða tit vinarliga biðin um at skifta børnunum á vesinum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

27 May 11:00

Price

Free