11 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Ráðstevnur

Barsilsfyrilestur

x
Fyrilestur við fyrsioterapeuti Katrini Jacobæus. Fyri foreldur í barnsburðarfarloyvi.

Fyrilesturin hesuferð verður við fysioterapeuti Katrin Jacobæus.
Katrin er fysioterapeutur og arbeiðir burturav við børnum. Serliga er hennara áhugi tann motoriska menningin og hvussu vit kunna menna hendan, hóast gerandisdagurin er fullur við øðrum tiltøkum.

Hesin fyrilestur fer at snúgva seg um hvussu vit kunnu stimbra lítla barnið og møguliga sysktin við løttum tiltøkum, sum muna alt barnalívið.
Vit gleða okkum at síggja tykkum og vóna at tit eru eins og spentar sum vit eru.

Húsið hevur allar hentleikar sum foreldrum tørva; tvey putliborð til blæðuskift eru í húsinum, nokk av plássi til at parkera barnavognin bæði við inngongina og í einum innskoti aftanfyri húsini. Avtrat hesum eru húsini í sær sjálvum eitt sansaupplivilsi, bæði fyri vaksin og børn. Eisini hevur kaffistaðið SYSTRAR ein góðan bita og gott úrval av kaffi- og te drykkum at velja í.

Tiltakið er til øll foreldur í barnsburðarfarloyvi og er ókeypis.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

11 Nov 11:00

Price

Free