23 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Ráðstevnur

Barsilsfyrilestur

x
Fyrilestur við Magna Mohr – ætlaður foreldrum í barnsburðarfarloyvi

Magni Mohr er professari í arbeiðsfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya og Syddansk Universitet. Hann er eisini formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Magni hevur seinastu 20 árini granska í, hvussu okkara kroppur verður ávirkaður av kropsligum arbeiði og í árinunum av kropsligari venjing fyri kropslig avrik og heilsu.

Magni Mohr fer at leggja fram um hvussu kropslig venjing kann nýtast at fyribyrgja og viðgera sjúkur, og eisini um hvussu barnakonur kunnu venja í viðgongutíðini.

Tiltakið er í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum 23. sep kl.11.00-12.00.
Húsið hevur allar hentleikar sum foreldrum tørva; tvey putliborð til blæðuskift eru í húsinum, nokk av plássi til at parkera barnavognin bæði við inngongina og í einum innskoti aftanfyri húsini. Avtrat hesum eru húsini í sær sjálvum eitt sansaupplivilsi, bæði fyri vaksin og børn. Eisini hevur kaffistaðið SYSTRAR ein góðan bita og gott úrval av kaffi- og te drykkum at velja í.

Tiltakið er til øll foreldur í barnsburðarfarloyvi og er ókeypis.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 Sep 11:00

Price

Free