11 Oct - 14 Feb
Tórshavn (capital)
Free
Børn & Ung

Barnadansur

x
Barnadansurin 2019 – 2020

Í november 2019 verður dansað:

  1. november, 15. november, 22. november og 29. november, tó skal sigast, at vegna sjónleikin Hamlet verður dansað í Sjónleikarhúsinum í Havn tann 8. november og tann 15. november. Ongin føroyskur barnadansur verður 1. november, tí tá er Allahalganardagur.

Í desember verður dansað:

  1. desember, sum so aftur er seinasti føroyski barnadansurin fyri jól, og tað kvøldið verður dansað, og børnini fáa okkurt søtt undir tonnina.

Í 2020 verður dansað soleiðis:

Í januar verður dansað:

  1. januar, 10. januar, 17. januar, 24. januar og 31. januar

Í februar verður dansað:

  1. februar og 14. februar, og er hetta somuleiðis seinasta kvøldið, dansað verður í tíðarskeiðinum 2019-2020, og tann 14. februar verður eitt hugnakvøld, har børnini dansa og fáa okkurt gott at eta.

Tað søguliga aftan fyri føroyska barnadansin er tann, at tá ið Norðurlandahúsið varð tikið í brúk í 1983 vóru fólk, sum fingu eitt samstarv millum Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið í Føroyum, og hevur hetta tiltak verið í Norðurlandahúsinum síðani.

Ofta koma 100 fólk til barnadansin og ofta børn saman við systkjum, foreldrum, ommum og abbum. Fólk frá Dansifelagnum í Havn eru altíð við til barnadansin.

Skráin er soleiðis á hvørjum ári, at byrjað verður 1 viku fyri heystfrítíðin, ongin dansur í heystfríðini, og so heldur dansurin á fram til inn í desember, tá farið verður í jólafrí, og dansurin byrjar so aftur tann 1. fríggjadagin í nýggja árinum, og dansað verður fram til føstuna.

Øll eru vælkomin at koma við til tiltakið føroyskur barnadansur í Norðurlandahúsinum. Tey vaksnu fáa te, kaffi og vatn ókeypis, og børnini frá onkran leskidrykkin.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

11 Oct 2019 20:00
25 Oct 2019 20:00
8 Nov 2019 20:00
15 Nov 2019 20:00
22 Nov 2019 20:00
29 Nov 2019 20:00
6 Dec 2019 20:00
3 Jan 2020 20:00
10 Jan 2020 20:00
17 Jan 2020 20:00
24 Jan 2020 20:00
31 Jan 2020 20:00
7 Feb 2020 20:00
14 Feb 2020 20:00

Price

Free