24 May
Norðoyggjar
Free
Trúarlív

altjóða familjugudstænasta

x

2. hvítusunnudag kl 14 verður altjóða familjugudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Gudstænastan verður á enskum, soleiðis at tilflytarar, sum enn ikki hava ognað sær føroyska málið, eisini kunnu vera við. Hetta er eitt frálíkt høvi bæði hjá føroyingum og tilflytarum at koma at kennast.

Tað er Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, sum hevur gudstænastuna.

Aftaná verður ein góður drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum. Øll eru vælkomin.

Address

Christianskirkjan

kirkjubrekka 6
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

24 May 14:00

Price

Free