Í 13 mánaðir sat danski myndamaðurin Daniel Rye sum fangi hjá harðrenda yvirgangsfelagsskapinum IS. Hann slapp livandi frá karráa fongslinum í Raqqa í Sýria, tí familjan – ein vanlig arbeiðarafamilja í Give – megnaði í stillum at skava saman 15 milliónir krónur í loysigjaldi.
Fleiri av hinum, sum sótu í fangaleguni, vóru eirindaleyst tiknir av døgum, teirra millum amerikanski journalisturin, James Foley, sum varð dripin í 2014. Skelkandi upptøkan av avrættingini ferðast seinni skjótt og víða á internetinum.
Mikukvøldið tann 25. mai fer Daniel Rye at fortelja sína søgu í Norðurlandahúsinum.
Livandi og í smálutum sleppa áhoyrarnir við á ferðina úr Danmark til Sýria, har Rye bara 24 ára gamal var við myndatólinum í arbeiðsørindum fyri at vísa umheiminum syndarligu livikorini í krígsherjaða landinum. Dagin fyri, at hann skuldi heim aftur til Danmarkar, var hann brádliga burturfluttur av yvirgangsmonnum. Í 398 dagar var hann innistongdur og píndur, meðan familjan samráddist við yvirgangsfelagsskapin um at keypa hann leysan.
Í apríl í ár stóð Daniel Rye aftur andlit til andlits við tveimum av teimum fýra náðileysu gíslatakarunum, sum gingu undir navninum “The Beatles”, tí teir tosaðu væl enskt. Tað var í rættarsali í Virginia, USA, har hann vitnaði í sakarmálinum ímóti teimum.
Tað er Uni Holm Johannesen, stjórnmálafrøðingur og journalistur, ið skipar fyri.
Steðgur verður frá 19.50 – 20.10.
Atgongumerki: 200 kr.
Nøkur atgongumerki verða seld til lesandi og ung undir 18 ár fyri hálvan prís (avmarkað nøgd).