Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
"Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju
"Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður í ár hildin 4. sunnudag í advent.
Siðbundna jólakonsertin "Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður í ár hildin 4. sunnudag í advent, 22. Des., kl. 19.00. Kórið hevur sett eina spennandi og sera "jólaliga" skrá saman, so jólahýrurin verður í topp gjøgnum konsertina 🙂. Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttekur Gøtu Kirkju Barnakór eisini við bæði sjálvi og partvís saman við Gøtu Kirkju Ungdómskóri - so her er nógv at gleða seg til 🙂
Kirkjan er altíð stúgvandi full til hesar konsertirnar, so set 22. des. kl. 19.00 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast.
Kórið verður sum altíð, sera væl fyrireika, til at geva tykkum áhoyrarum tí best møguligu jólakonsertina. Kórið leggur dent á at hava nøkur nýggj elementir við hvørt ár til jólakonsertina - og í ár verður onki undantak.
Konsertin er ókeypis, men høvi verður at geva eina gávu til raksturin av kórinum, og tær stóru avbjóðingar, sum kórið hevur fyri framman.
Bústaður
The church of Gøta
7 Gøtuvegur
Eysturoy
Samband
+298 211076
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar