Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Rótfesti - konsert í Gulu Smiðju
Aftur til røturnar í Gulu Smiðju!
Aftur til røturnar í Gulu smiðju!
Allahalgannaaftan, hóskvøldið 31.10, kl.19.30 fær Gula smiðja forkunnuga vitjan av unga bólkinum “Rótfesti”
Talan er um ein nýggjan bólk, mannaður av dugnaligum musikkskúlanæmingum, undir leiðslu av Agnari Lamhauge, í samstarvi við unga kvøðaran Kristian Jacobsen úr Saltangará. Agnar Lamhauge var ein av stovnarunum av bólkinum Enekk í 90unum og hevur gjørt vart við seg á fleiri mótum á føroyska tónleikapallinum síðani, bæði sum bassleikari í fjølbroyttum verkætlanum, sum musikkskúlalærari og tónaskald, tilrættaleggjari og sum leiðari fyri smærri og størri tónlistarligum hópum. Kristian Jacobsen kenna vit m.a. frá spurnarkappingini “tú manst vita frá mongum at siga”, har hann ikki varð tikin, tá tað kom til at prógva djúptøknan kunnleika til siðbunda føroyska tónleikaarvin. Umframt Kristian Jacobsen, so er bólkurin “Rótfesti” mannaður av Ecaterinu Midru sum syngur, Ásgerð Stenberg á floytu, Heiðrun D. Hammer og Lín Róin á klarinett, Ronju G. Hansen á violin, Báraldi N. Martinson á cello, Hans Andriasi Reinert á kontrabass og Andriasi A. Nolsø á klaverinum.
Tónleikurin, tey framføra, tekur støði í siðbundnum tilfari; kvæðum, vísum, skjaldrum og kingosangi sum Agnar Lamhauge hevur staðið fyri at leggja til rættis fyri júst hendan hópin. Tey spæla eisini okkurt tilfar, sum tey sjálvi hava gjørt. Næmingarnir hava ymiska bakgrund; summi innan klassiska siðvenju, meðan onnur hava gjørt sær royndir innan jazztónleikin, men tey fyrnast ikki at ganga nýggjar tónlistarligar leiðir í felag.
Bólkurin er júst afturkomin av væl eydnaðari konsertferð í Bodø í Noregi, har tey vórðu væl fagnaði á tiltaki um siðbundnan tónlistaarv.
Konsertin í Gulu smiðju er ókeypis.
Bústaður
Gula smiðja
46 Heiðavegur
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar