Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Lea Kampmann í OY
Evnaríka songkvinnan Lea Kampmann hevur útgivið sína fyrstu útgávu á føroyskum.
Evnaríka songkvinnan Lea Kampmann hevur júst givið út sína fyrstu útgávu á føroyskum: Seinferð.
Tað var nakrar dagar fyri jólaaftan í 2022. Kavin lá sum ein tung dýna yvir Hoydalar. Teitur og eg sótu í upptøkuhølinum, í Hjallinum á gamla Sanatoriinum, og hugdu út á kavaflykrurnar, sum løgdu seg á sprossar, tøk og greinar kring okkum. Eg var sjúkrameldað við strongd frá konservatoriinum í Keypmannahavn, og eg var svimbul og pøst allatíðina, eisini tá eg lá í songini. Men hendan desemberdagin settu Teitur og eg okkum fyri at skapa eina útgávu, ið var ein uppreistur ímóti tí skjótleikanum, sum ræður í dag. Ein innari uppreistur móti at halda, at ein skal renna eins skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt. Eg visti, at tað einasta, sum fór at gera meg fríska, var at loyva mær sjálvari at liva, skriva og syngja í seinferð. At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð.
Flestu løgini á útgávuni snúgva seg um kærleika. Um mistan kærleika, vaksandi kærleika og minnir um ein kærleika, ið einaferð var. Løgini eru skrivaði saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna. Alt á útgávuni er spælt og sungið teskandi, á akustiskar gittarar, strúkarar og træblásarar. At innspæla og at skapa hesa útgávuna, var sum at liggja inni í einum sponskum gittara, langt vekk frá skermum og larmi
Bústaður
OY Brewery
4
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar