Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Glað og nøgd í yndisklæðum

Her er fyrilesturin, har vit seta hol á prátið um kropp, klæðir og móta.

Ivast tú í kropskapinum? Hvørjar litir tær klæðir? Hví tær dámar okkurt toy betri enn annað?

Tú fær innlit í kropskap, akslaskap, persónligar litir og nær svart er gott til tín. Eisini fær tú miðjuna betri upp á pláss, hilling á heitar og kaldar litir og hvørjir fyrimunir eru við at hava stutt ella long bein. Umframt mangt, mangt annað gott.

Alt einfalt og greitt, so tú fær brúkt vitanina beinanvegin at finna góð klæðir til tín. Klæðir, sum tú trívist í og brúkar leingi.

Tak pappír, blýant og mátiband við, so tú fær sum mest burturúr.

Katrina í Geil er designari frá Designskolen Kolding og hevur master í Design frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn við atliti til klæðir og at klæða seg. Hon hevur kanna samanhangin millum menniskja, kropp og klæðir seinastu 12 árini, arbeitt sum persónligur stílistur í 16 ár, havt stílistútbúgving fleiri ferðir og gjørt make-over í Kvinnu í 10 ár.

Tú kanst fylgja henni á Facebook og Instagram á Katrina í Geil og Stimatroyggjan.

Bústaður

SALT culture centre

Drelnes 22

Suðuroy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar