Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Bókaframløga v/ Dánjal Dam á Neystabø

  • Dropar / Føroyingahavnin

Um nýggju bókina "Dropar : søgur úr Føroyingahavnini" - í samrøðu v/ Magna Arge

Mikukvøldið 18. desember kl. 19.30 verður áhugaverd bókaframløga á Bókasavninum við Løkin. Dánjal Dam á Neystabø og Magni Arge fara at tosa um nýggju bókina "Dropar : søgur úr Føroyingahavnini". Ein drekkamuður verður at fáa, og bókin verður til keyps.
Bókin lýsir lívið í, og rundan um føroyingahavnina. Bulurin í bókini eru stuttar frásøgur frá fólki, sum vóru í Føroyingahavnini mitt í farnu øld. Talan er ikki um væl eftirkannaðar neyvar frágreiðingar, men um hugleiðingar og upplivingar.
Summar søgur eru merktar av sorg og missi, aðrar av gleði og stuttleika, men kortini rúma tær allar eini kenslu av friðsælu.
Bókin varpar ljós á eina tíð og eitt ættarlið, sum er farið, men sum kann vísa okkum ómetaligu virðini í felagsskapi og samanhaldi.
Les um fiskimenn, sum róðu út í Føroyingahavnini, um fólk, sum arbeiddu á kaiini ella á Sjómansheiminum, og familjulimir í Føroyum, sum eygleiddu skipini hvørva í havsbrúnni á veg til Grønlands at vera burturi í langa tíð. Les brævaskifti frá tíðini, tá ið unglingar einsamallir fóru til Grønlands at forvinna pening til tey har heima.
Lesarin kann fordjúpa seg í bókini, sum hon er, ella støkka niður í onkran staklut, sum fangar áhuga. Annaðhvørt tað er ein anekdota frá Føroyingahavnini, ein fotomynd við síni egnu søgu, søgan um saltfiskin, ein yrking ella eitt listaverk. Eitt rúm til annaðhvørt løtu – ella heildaruppliving.
Sprotin gav bókina út, og rithøvundarnir eru Dánjal Dam á Neystabø og Kim Nyberg

Bústaður

Løkin Library

Rókavegur

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur