Føroyskt / Færøsk / Faroese Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Um Føroyar Um Sandoy Kunning Tiltøk Ferðist í FO
Síging
Stóra Dímun
Kvøldseta í Dali
Gongutúrar við Sandoyar Sýslu Ferðalag
Ævintýratúrur
Bólkaferðir út til Skúvoyar
Siglitúrur undir fuglabjørgunum
Siglitúrur undir fuglabjørgunum

Vitjandi eiga at unna sær eitt minniligt upplivilsi við bátinum M.S. Hvíthamar. Bátasmiðurin Jóan Petur Clementsen, ið sjálvur hevur smíðað bátin, er ferðaleiðari umborð.

 

Siglt verður runt Skúvoynna ella vestanfyri bjørgini í Sandoynni. Eisini ber til at fara runt St. Dímun. Ferðafólk hava ríkar møguleikar at uppliva fugl í hópatali og eitt sera fjølbroytt fuglalív. Í bjørgunum er millum annað lomvigi, lundi, skarvur, havhestur og álka. Ofta sæst sovandi kópur og á hásumri síggjast mangan nísur spæla sær í sjónum.

 

Eisini er landslagið: bjørgini og drangarnir stórsligin sjón.

 

Ein ógloymandi túrur.

 

Farið verður úr Sands havn

 

Min/ max  4/ 12 fólk

 

Tíðarskeið: 1. mai – 1. sept.

 

Tíð 3 tímar

 

Havið heit klæði við. Neyðugt er at biðja um pláss frammanundan við at seta seg í samband við Sandoyar Kunningarstovu á tel. 361836 ella info@visitsandoy.fo. Fiskitúrar verða eisini gjørdir.

Sí annars www.visitsandoy.fo

 
 
Kunningarstovan í Sandoy - 210 Sandur - tel +298 36 18 36 - sandinfopost.olivant.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula