Føroyskt / Færøsk / Faroese Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Um Føroyar Um Sandoy Kunning Tiltøk Ferðist í FO
Síging
Stóra Dímun
Kvøldseta í Dali
Gongutúrar við Sandoyar Sýslu Ferðalag
Ævintýratúrur
Bólkaferðir út til Skúvoyar
Siglitúrur undir fuglabjørgunum
Føroyakvøld - Kvøldseta í Dali

Føroysk Kvøldseta

Mong munnu tey vera, sum kenna fólkalívsmyndina “Kvøldseta” hjá V.U.Hammershaimb. Hendan fólkalívsmynd kann gerast veruleiki, um vitjað verður til Dals. Her skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði, har børn, ung, tilkomin og gomul savnast at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl. Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali. Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera. 


Samanumtikið eitt ógloymandi kvøld!


Vit skipa fyri kvøldsetu 20. juli 2018, um í minsta lagi 10 fólk melda seg til. Tiltakið verður á føroyskum ella norðurlendskum, og møguliga við enskum tolki.

VERT AT VITA

Møguleiki er at samantvinna kvøldsetu við gongutúri millum Skarvanes og Dal, við ella uttan ferðaleiðara. 


Melda teg til her: https://visitsandoy.nemtilmeld.dk/1/ 


Meira fæst at vita á Sandoyar Kunningarstovu við at ringja tel. 222078 ella senda tpost: info@visitsandoy.fo

 

 

Útskriva skjalið
 

 
Kunningarstovan í Sandoy - 210 Sandur - tel +298 36 18 36 - sandinfopost.olivant.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula