Føroyskt / Færøsk / Faroese Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Um Føroyar Um Sandoy Kunning Tiltøk Ferðist í FO
Síging
Stóra Dímun
Kvøldseta í Dali
Gongutúrar við Sandoyar Sýslu Ferðalag
Ævintýratúrur
Bólkaferðir út til Skúvoyar
Siglitúrur undir fuglabjørgunum
Bólkaferðir út til Skúvoyar
Vit vilja bjóða bólkum (í minsta lagi 10 fólk og í mesta lagi 30 fólk) at koma á vitjan í Skúgvi.

Sildberin siglir millum Sandoynna og Skúvoynna eftir ferðaætlanini.

Vit hava ymiskar gongutúrar at bjóða m.a. hesar:

 

Eftir helluni:

Har vit síggja fuglalívið á helluni.

Tíð: uml. 2 tímar/ gingið verður eftir hellu og urðagróti.

 

Niðan í Skorðabrekkuna:

út á Egg:

Hyggja eftir skúgvum.

Hyggja niður í lunda- og líra bergið – eisini síggja vit mangt annað áhugavert á hesum túri.

Tíð: uml. 3 - 4 tímar/ lættgongt – men kann verða eitt sindur tungt niðan á.

 

Norður á Dal (Fagradal):

Har vit m.a. síggja Rannvátoft og Tróndarstein og øll tey gomlu ræningarplássini.

Tíð: 2 - 3 tímar/ lættgongt.

 

Her umframt kann verða víst á søgulig støð í og rundanum bygdina.

 

Tveir av túrunum eru gjøgnum okkara egna haga, og ein hava vit gjørt avtalu við viðkomandi festara um avgjald fyri túrin.

 

Prísur fyri hvønn er 298,- kr, við í prísinum er:

q       Morgunmatur tá tit koma í oynna.

q       Gongutúrur (eftir ynski) við frásøgufólki.

q       Drekkamunnur og breyð við føroyskum viðskera og kakum, tá túrurin er liðugur.

 

 

12 ár og eldri gjalda fullan prís. Børn undir 12 ár gjalda hálvan prís. 

 

 
Kunningarstovan í Sandoy - 210 Sandur - tel +298 36 18 36 - sandinfopost.olivant.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula