Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Leikur: Mín fantastiska skilsmissa

Tjóðpallurin á ferð við komediuni “MÍN FANTASTISKA SKILSMISSA”

Leikurin verður í Sólarris, Húsavík, leygardagin 6. oktobur kl. 19.00

Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron. Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dótturin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsunum.

Nýggi veruleikin hjá nýskildu Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum áskoðararnir hegnisliga verða drignir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angela. Leikurin varð tilnevndur ein OLIVIER AWARD fyri “Best entertainment” í 2004 og hevur síðan lagt áskoðarar kring heimin flatar í látri. Nú standa Føroyar fyri tørni, sum 29. landið, har leikurin verður pallsettur.

Atgongumerki

Keyp títt atgongurmerki her.

Týðing

Kristina Sundar Hansen Konsept: Kristina Sundar Hansen & Durita Sumberg Poulsen

Dramaturgur, pallur og hjálparleikstjóri: Durita Sumberg Poulsen Leiklistarlig ráðgeving: Ágústa Skúladóttir Ljósdesign, video og pallmynd: Turpin Napoleon Djurhuus Ljóðmynd: Pauli Magnussen Leikari: Kristina Sundar Hansen

Myndir: ©Tjóðpallur Føroya / Ólavur Frederiksen

Plakatmynd: Høgni Heinesen