Eplafestivalurin 2018

Vit gleða okkum til Eplafestivalin 2018, 29. septembur!
Tað verður deiliga bygdasligt, hugnaligt og vit hava nógv gott til matna.
 

Skrá

(Meir kunning er á veg.)

Kl. 12: Eigur tú besta, føroyska eplarættin?

Kl. 14 – 15: Neytalortakappingin

Kl. 17.00, 19.00 og 21.00

BORÐHALD Í VELTUNI

Á Eplafestivalinum verður høvi at sessast til búgvið borð í vakstrarhúsinum, sum Veltan í samstarvi við Betri setti upp fyrr í ár.

Leif Sørensen hevur sett saman eina matskrá við 5 rættum, sjálvsagt við føroyskum rávørum og grønmeti frá Veltuni.

Forkunnuga borðhaldið hevur sjálvsagt avmarkaða atgongd, og verður tí endurtikið tríggjar ferðir leygardagin 29. september kl. 17.00, 19.00 og 21.00.

ATGONGUMERKI

Keyp atgongumerki her!

Høvi verður at keypa vín og øl afturvið á staðnum.