Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Bygdasavnið Norðara Koyta á Sandi

Í Koytu er gomul búseting á Sandi. Í skjølum sæst, at fólk hava búð her í 1584.

Í norðaru Koytu er Bygdasavnið. Tað var Hanus Jóhannesarson, seinni nevndur Hanus í Koytu, sum bygdi húsini í 1812. Orðið Koyta merkir kulla ella lægd.

Í 1988 keypti Sands Bygdasavn húsini. Tey eru síðani høvuðsumvæld, og lutir av ymiskum slag, sum hoyrdu tíðini til, eru savnaðir, so tað nú ber til at síggja hvussu fólk hava búleikast í fyrru helvt av 19. øld.

Upplatingartíðir

Frá 1. juni – 1. septembur er soleiðis opið:

Mándag – leygardag: 12.00 – 14.00

Til ber eisini at vitja savnið eftir avtalu, alt árið.

Prísur

Vaksin 60 kr.

Børn 0-16 ár ókeypis

Pensjonistar 40 kr.

Lesandi 30 kr.

Bólkar -minst 10 fólk 50 kr. fyri hvønn.

 

Rundvísingar:

400 kr. gerandisdagar

500 kr. Rundvísing eftir egnum ynski

600 kr. vikuskifti

 

Fyri vitjanir uttanfyri vanliga upplatingartíð, er prísurin 400 kr. -harafturat 60 kr. fyri hvønn gest.

Bílegging

Vitjan kann kann eisini avtalast við at ringja á 222 078 ella skriva til  info@visitsandoy.fo.