Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Fjallastovan

UM FJALLASTOVUNA

Unni Hentze bjóðar tykkum inn í hugnaligu og heilt serstøku Fjallastovu, sum liggur goymd í haganum millum Sand og Skopun. Sjálvt drotningin hevur siti til borðs í Fjallastovuni, og víðagitni drotningasteinurin stendur uttanfyri, har hennara hátign Margretha drotning sat, tá ið Jens Kr. Vang avmyndaði hana við Sands bygd í bakgrundini.

Unni gongur høgt uppí matgerð, og tí er alt tað hon serverar gjørt úr grundini við frískum grønmeti, helst úr egnari veltu, og kjøti av egnum garði, tá ið tað er tøkt.

HENT AT VITA

Tit avgerða nær á degnum tit ynskja at eta, um tað skuldi veri til ein rundan føðingardag, eina veitslu ella okkurt heilt annað, so er Fjallastovan avgjørt eitt forkunnugt stað at bjóða fólki til eina máltíð. Pláss er fyri upp til 30 fólk í Fjallastovuni.

MATSKRÁ 

3 RÆTTARS MATSKRÁ

Forættur:

Vel millum rómakenda fiskasúpan ella fiskarætt við toski frá Barentshavinum, rækjum, asparges, ertrar og gularøtur við creme fraiche sós, pynta við salat, agurk og tomat.

Høvuðsrættur:

Lambasteik, dampa blomkál, kókaðar gularøtur og eplir við eini uppbakaði lambasós afturvið.

Dessert:

Vel ímillum heimagjørda rabarbutrifflu ella heimagjørdari fromasju.

PRÍSUR:  360,- kr. pr. persón.

min. 10 persónar, ella min. 3600,- kr. Børn 7-12  ár betala hálvan prís, børn undir 7 ár eta ókeypis.

Vatn er við í prísinum, men aðrar drykkjuvørur tekur man sjálvur við sær. Tó hevur Fjallastovan øll neyðug gløs til høvi, víngløs, snapsagløs osv.

KALT BORÐ

Tit kunnu eisini fáa kalt borð við øllum sum vanliga hoyrur til einum køldum borðið.

PRÍSUR:  360,- kr. pr. persón.

min. 10 persónar, ella min. 3600,- kr.  Børn 7-12  ár betala hálvan prís, børn undir 7 ár eta ókeypis.

Vatn er við í prísinum, men aðrar drykkjuvørur tekur man sjálvur við sær. Tó hevur Fjallastovan øll neyðug gløs til høvi, víngløs, snapsagløs osv.

BÍLEGGING

Til ber at bíleggja umvegis teldupostin  info@visitsandoy.fo . Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 222 078.