Caféin Á Mølini
Caféin á Mølini byggir á fýra ættarlið, ið øll hava havt handilsvirksemi sum sítt lívsverk. Caféin er eina vitjan verd, tí hon tekur støði í hesum fýra ættarliðunum og er ein sonn søguslóð – ein ferð í tíð og stað.
Øll fýra ættarliðini hava búleikast á hesum stað og er hetta tí ein serlig uppliving.
Matseðil:
Á okkara matarskrá er m.a. høsnarungasuppa við heimabakaðum flûte, brokkoliterta við salati, toast og burgari. Omaná er rabarbutrifla við heimagjørdum makrónum, súreplaterta og pannukøkur við heimagjørdum rabarbuísi og vaniljuísi.
Upplatingartíðir:
Vetrarhálvuna eru ikki regluligar upplatingartíðir, sí dagførdu upplatingartíðirnar á facebook síðuni
Upplatingartíðir 1. juli til 31. august
Morgunmatarbuffet allar dagar kl 9.00-11.00.
Sunnudag til hósdag kl 12.30-21.00
Fríggjadag og leygardag kl 12.30-02.00
Bústaður:
á Mølini 3, 220 Skálavík
tlf: 508311