Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/visitsandoy.fo/public_html/wordpress/wp-includes/pomo/plural-forms.php on line 210

Warning: Cannot modify header information - headers already sent by (output started at /var/www/visitsandoy.fo/public_html/wordpress/wp-includes/pomo/plural-forms.php:210) in /var/www/visitsandoy.fo/public_html/content/themes/liquidminds_visitfaroeislands/functions.php on line 2

Warning: Cannot modify header information - headers already sent by (output started at /var/www/visitsandoy.fo/public_html/wordpress/wp-includes/pomo/plural-forms.php:210) in /var/www/visitsandoy.fo/public_html/content/themes/liquidminds_visitfaroeislands/header.php on line 1
Skúvoy - Visit Sandoy
Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Skúvoy

Skúvoyggin er í nógvar mátar áhugaverd. Lundalandið beint við bygdina, bjørgini, Fagridalur og Rannvátoft. Litføgur hús, neyst og bátar. Kirkjan og kirkjugarðurin í Ólansgarði, við Sigmundarsteini og óvanliga longu grøvini. Alt hetta vita ferðaleiðarar í Skúgvi nógv at fortelja um. Her eru summarhús, her er handil, ið selur gerandisvørur og snýr tað seg um ein dagstúr til Skúvoyar, so er eingin orsøk at ganga svangur, tí bæði Elisabeth & Tummas Frank eins og Inga bjóða heimablídni í Skúgvi.

Í Skúgvi búgva gott 30 fólk.

SKÚLIN

Skúlin í Skúgvi verður í dag brúktur sum bygdarhús, av tí at hann krevur ábøtur, so kann man ikki leiga skúlan at gista í.

KIRKJAN

Skúvoyar kirkja er vígd í 1937. Tað var H. C. W. Tórgarð sum teknaði kirkjuna, og eitt, ið sermerkir kirkjuna er, at hon vendir suður og norð og ikki sum vanligt er eystur og vestur.

Fyrsta kirkja í Føroyum varð bygd í Ólansgarði í Skúgvi, um ár 1000.

Sigmundur

Í føroyingasøgu stendur at Beinir og Brestir búsettust í Skúgvi. Synir teirra Tóri og Sigmundur vuksu upp her. Tað var Sigmundur sum í ár 999 kristnaði Føroyar, og lat kirkju byggja í Skúgvi.

Fuglalív

Skúvoyggin er Ramsar-øki, og er kend fyri tað ríka og fjølbroytta fuglameingi. Tá fuglateljing var í 1954 var lomvigastovnurin í Skúgvi størri enn í dag. Hann var tá mettur til 2 milliónir pør.

ROTTUFRÌ OYGGJ

Ein orsøk til at tað er so ríkt fuglalív, er tí at Skúvoyggin er rottufrí oyggj. Umhvørvisstovan, saman við Skúvoyingum, roynur at fyribyrgja at rotta kemur til oynna, og hevur sett ymisk átøk í verk. Størsti vandin er at rotta kann vera í vøru/góðsi, sum fólk taka við sær til oynna. Kemur rotta til rottu-fría oyggj, fær tað óbótaligar avleiðingar. Kemur rotta til Skúvoy, merkir tað, at fuglastovnarnir fara at minka. Eins og teir hava gjørt á øllum oyggjum, har rottan er komin. Vit heita tí á øll sum ferðast til Skúvoynna um at hava serligt fyrilit til hetta, og kannað sítt góðs væl áðrenn farið verður umborð á ávikavist tyrluna ella Sildberan.

Úr søguni: Skúvoyggin nærum avtoftað

Skúvoyggin hevur tvær ferðir verið um at verði avtoftað. Fyrru ferð var, tá svartideyði gekk í 14. øld, og seinnu ferð, tá pokurnar gingu í 18. øld.