Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Skarvanes

Bygdin

Skarvanes er minsta bygdin í Sandoynni. Har búgva umleið 10 fólk (2022).

Skarvanes er gomul bygd, fyrstu ferð bygdin er nevnd í skrivligum keldurm er í fornbrævið frá 1404.

Bygdin liggur á vestursíðuni, og var tí sera gott kornpláss. Suggan á Skarvanesi var eisini óføra gott rekapláss.

Málfrøðingurin Jákup Jakobsen, helt at navnið hevur sín uppruna í norrøna orðinum ‘skarv’, ið týður berur klettur ella ber hella, og fram við strondini á Skarvanesi eru stórar víddir við berari hellu. Hann helt eisini at navnið kundi vera komi av fuglanavninum skarvur, ið frá fornnorrønum æt ‘skarfr’.

Skúli var bygdur á Skarvanesi í 1936, men var niðurlagdur í 1971.

Kirkja hevur ikki verið á Skarvanesi, men í gamlari tíð var bønhús í bygdini.

Díðrikur á Skarvanesi (Díðrikur Sørinarson)

Díðrikur á Skarvanesi ella Díðrikur í Kárastovu, sum hann vanliga var nevndur, var føddur í Dímun í 1802, men flutti til Skarvanesar sum húskallur í Kárastovu í 1840. Hann var fyrsti listamálari í Føroyum.

Díðrikur málaði fuglamyndir. Hann var sjálvlærdur, men var í 1828 í Keypmannahavn og nam sær kunnleika í málningalist. Tá ið hann kom aftur hevði hann penslar, litir og aðra útgerð við sær. Einans fimm av hansara málningum eru varðveittir. Teir kunnu síggjast á føstu framsýningini á Listasavni Føroya.

Díðrikur doyði í 1865.

Gamla myllan

Fram við skúlanum rennur Mataráin, og har stendur eisini tann gamla myllan, sum Føroya Forminnissavn eigur í dag.

Gongutúrar

Bygdagøta er millum Skarvanes og Dal. Hon varð skeltað og umvæld sum partur av Closed For Maintenance átakinum hjá VisitFaroeIslands í apríl 2019. Gongutúraskeltið finnur tú við parkeringsøkið á Skarvanesi, og fyri at finna fyrsta prestin har bygdagøtan byrjar, gongur tú eftir ovara vegi. Bygdagøtan er merkt við varðum, bláum varða-prestum eins og trappum yvir um hegn.

Vinarliga fylg merktu gøtuni um tú fert hendan góða túrin, og sig onkrum frá áðrenn tú fert, so tú ikki órógvar rakstur o.a. í haganum.