Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Skálavík

Skálavík er ein vøkur bygd sum seinastu árini hevur verið og enn er eitt av yndisferðamálunum hjá mongum føroyingum. Her búgva á leið 140 fólk og um summarið og í feriutíð eru yvir 200 búgvandi. Her er bæði café, ungmannafelagshús, ellisheim, vakstrarhús, missiónshús, skúli og stórt spælipláss í bygdini.

Hugnaligt er at ganga sær ein túr framvið ánni sum gongur allan vegin gjøgnum bygdina, har børnini gloyma alt um teldlar og tíð. Bussambandið er sera gott so tað er nemt at koma til og frá bygdini.

Sum nú er, hevur tú møguleika at gista í summarhúsi, men skjótt hevur tú møguleika at gista á hugnaliga gistingarhúsinum á Mølini sum er ávegis ella á nýggja kampingplássinum sum verður mitt í bygdini, tætt við Mølina.

Tú kanst fara bygdatúr, har tú kanst hoyra um nógv ymiskt áhugavert um skaldskap, sagnir og søgur um bygdina, kópakonuna á Hamri, vakhús, barnhús og mangt, mangt annað.

Caféin á Mølini

Niðri Á Mølini,  er gamla handilshúsið sum er frá 1889 talinum. Húsið var ígjøgnum nógv ár hjartað í bygdini og enntá í oynni. Elsti parturin er frá 1889, tá ið Valdemar á Mølini byrjaði at handla í Skálavík. Her er eisini spennandi at hoyra um søguna um fólkið sum búði har og um alt tað sum húsið hevur haft at siga fyri økið. Birita og Martin Karl reka í dag Caféina á Mølini, sum lat upp í juni 2018.

Ungmannafelagið Keldan

Mitt í bygdini er ungmannafelagshúsið Keldan. Keldan er karmur um felagslívið í Skálavík. Her hendir nógv ymiskt so sum á føstulávint, sølubásar, tombola, brúðleyp, aftankvirra, og millum annað eru tiltøk so sum árligi trettandakvøldsdansurin. Her eru tað dansifeløgini í oynni, Stígum Fast, Leikum Fagurt og Dansigaman, sum í nú meira enn 30 ár hava skipað fyri.

Kirkjan í Skálavík

Skálvíks kirkja varð vígd í 1891. Í kirkjuni eru træskurðirnir, sum Tróndur á Trøð gjørdi. Teir eru 14 í tali og ímynda m.a. teir 12 lærusveinarnar, Samson og Leyvuna. Skálvíks kirkja hevur elsta pípuorglið í landinum, ið kom úr Humlebæk, Danmark. Uttanfyri kirkjuna, í kirkjugarðinum, er minnisvarði reistur yvir Kristian Osvald Viderø, prest og rithøvund.

Mentan

Í Skálavík eru fleiri mentafólk, listafólk, rithøvundar og yrkjarar. Innarliga í bygdini, tætt við barnaheim hansara,  er minnisvarði reistur yvir Heðin Brú. Umframt tað hann skrivaði sjálvur hevur Heðin Brú eisini umsett ein hóp av bókum til føroyskt.

Teir eru tríggir í tali, sum hava vunnið M.A. Jacobsens virðislønina. Hesir eru Heðin Brú, Kristian Osvald Viderø og Hans Dalsgaard.

Depilin

Ovarliga í bygdini er depilin, sum skálvíkingurin og reiðarin Eiler Jacobsen lat byggja. Søgan um Eiler er heilt serstøk, og onkur brot úr ævisøgu hansara kunnu síggjast á depilinum, og við minnisvaran, sum reistur var í grannalagnum. Hesin bygningur hevur verið nýttur til nógv ymiskt. Inntil desembur 2019 hevur hetta virkað sum Hotel Skálavík hvar Smyril Line hevur rikið hotelvirksemi. Í august 2020 kanst tú fara á eftirskúla her. Les meir á www.brugvin.fo.