Sandoyar Kunningarstova

UM OKKUM 

Sandoyar Kunningarstova kunnar føroyskum og útlendskum ferðandi í Sandoyar Sýslu.

Vit halda til á kaiini í Skopun og umboða Sandoynna, Skúvoynna og St. Dímun.

Vit samskipa túrar, tiltøk, starvsfólkaferðir, gongutúrar, barnavinarligar ævintýrtúrar, síging, bátatúrar, fiskitúrar og mangt annað. Vit hjálpa tær eisini at bíleggja gisting t.d. summarhús, ból og bita ella tjalding.

Vit vilja fegin gera ferðavinnuna til eina burðardygga vinnu í Sandoyar Sýslu, og arbeiða tí í samstarvi við eldsálir, íverksetarar, veitarar og kommunur í okkara øki. Vit vilja fegin bjóða ferðafólkum vælkomnum í okkara øki, samstundis sum tey ið búgva her trívast enn betri, tí vit skipa fyri áhugaverdum tiltøkum.

 

Vit vita, at Sandoyar Sýsla er nakað fyri seg – og fyri teg!

 

Tú finnur okkum her:

Skopunarvegur 1, 240 Skopun

Tlf. 222 078

info@visitsandoy.fo

 

AVGREIÐSLUTÍÐIR frá 1. septembur – 1. novembur

 

Avgreiðsla: Mánadag, hósdag og fríggjadag   10.30 – 16.00

Týsdag og mikudag bert eftir avtalu.

Telefontíð: Mánadag, hósdag og fríggjadag     10.30 – 12.30

Týsdag millum 10.30 og 11.30. 

 

AVGREIÐSLUTÍÐIR um summarið

 

Avgreiðsla: Mánadag – fríggjadag   10.30 – 16.00

Telefontíð: Mánadag – fríggjadag     10.30 – 14.00