Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Súkkla

Sandoyggin er eitt tað besta staðið at súkkla í Føroyum. Tú velur sjálvur um tú fert ein túr ið er lættur ella torførur, og tú veist altíð nær tú kanst vænta at bilar koma framvið (tað eru tær 9 ferðirnar um dagin tá Teistin kemur og fer av oynni).

Súkkla við rentabike.fo

Rentabike.fo kann bjóða súkklutúrar til Sandoynna. Tú fert við ferðaleiðara úr Havn og súkklar til Gomlurætt. Av Gomlurætt fara tit við Teistanum til Skopunar.

Á Sandoynni súkkla tit úr Skopun til hugnaligu bygdina Húsavík. Tit hava eisini ein støðg á Kafe Breiðateig á Sandi, har tit fáa tykkum miðmála, djús og kaffi.

Tit fara norður aftur við Teistanum kl. 16.35 úr Skopun, og súkkla aftur av Gomlurætt til Havnar.

Túrurin kostar 1.225 kr.

Við í prísinum er leiga av einari nýggjari FELT VR6 súkklu, pedalar (vanligir, SPD-SL ella MBT), ljós, hjálmur, súkklu telda, vatn, orkustong (energy bar), miðmáli, atgongumerki við Teistanum og súkklu-ferðaleiðari.

Miðalferðin er 15-20 km um tíman. Oman og niðanbrekkur fert tú so skjótt sum tú vilt.

Teinur: 60 km

Tú sært hvar vit møtast her: Google Street View.

Bílegging

Til ber at bíleggja túrin her.

Um tú hevur nakrar spurningar um at súkkla á Sandoynni, ert tú vælkomin at skriva til okkum á info@visitsandoy.fo ella ringja til okkum á tlf. 222 078.