Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Í Skúgvi við Tummas Frank

Um okkum

Hjá Tummas Frank og Elisabeth er hugnaligt at vera. Tummas Frank er uppvaksin í Skúgvi og Elisabeth hevur búð í Skúgvi í góð 40 ár.

Tummas Frank og Elisabeth kunnu bjóða tær alt frá matpakka, morgunmat, miðmála og døgurða, ein gongutúr við ferðaleiðara eins og Ból & Bita.

Matarskrá

Vit borðreiða við góðum føroyskum mati og alt er heimabakað. Her sært tú hvat vit kunnu borðreiða við, alt eftir árstíð:

Morgunmatur (dømi): heimabakað breyð og bollar, egg, sild, ostur og annað føroyskt pálegg.

Miðmáli og kalt borð (dømi): heimabakað rugbreyð, drýlur, rullupylsa, skinsakjøt, feskt kjøt, skerpikjøt, livurpostei, kaffi og heimabakað.

Døgurði við kaffi (dømi): súpan, feskt kjøt, epli, rákostsalat og sós, kaffi og heimabakað.

Túrar

Niðan til Eggjar

Tummas Frank er ferðaleiðari í Skúgvi. Hann dugir væl at greiða frá og undirheldur altíð við góðum søgum.

Við Tummasi kunnu tit fáa ein frálíkan túr niðan til Eggjar. Túrurin tekur 3 tímar aftur og framm.

Bygdatúrur

Skúvoyar bygd er ein áhugaverd bygd, og enn meir áhugaverd verður hon, um tú hevur staðkendan ferðaleiðara við tær. Á bygdatúrinum við Tummasi, hoyrir tú m.a. um kirkjuna, Sigmund og hansara søgu og tíð, og vit síggja lundalandið við bygdina.

Aðrir túrar

Til ber at bíleggja aðrar túrar og mat eftir avtalu.

Príslisti

Einstaklingar:

Morgunmatur – við kaffi: 200 kr. fyri hvønn

Døgurði – við kaffi: 500 kr. fyri hvønn

Kalt borð – við kaffi: 510 kr. fyri hvønn

Bygdatúrur við kaffi og heimabakaðum: 250 kr fyri hvønn

Bygdatúrur: 180 fyri hvønn

 

Morgunmatur, stórur gongutúrur og døgurði (6 tímar): 890 kr. fyri hvønn

Morgunmatur, stórur gongutúrur og kalt borð (6 tímar): 950 kr. fyri hvønn

 

Bólkar (min. 10 gestir):

Morgunmatur, stórur gongutúrur og døgurði (6 tímar): 890 kr. fyri hvønn

Morgunmatur, stórur gongutúrur og kalt borð (6 tímar): 950 kr. fyri hvønn

Bygdatúrur – við kaffi: 150 kr. fyri hvønn

 

Bólkar meir enn 20 fólk, ella pensionistar: spyr um tilboð

.

Bílegging

Um tú hevur nakrar spurningar, ert tú vælkomin at seta set í samband við okkum á  info@visitsandoy.fo ella 222 078.