Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Gongutúrar

Her eru nógvir vakrir túrar at ganga í Sandoyar Sýslu. Vit vilja fegin hjálpa við at finna ferðaleiðara til tykkum, so tit fáa ein so góðan túr sum til ber.

Um tit ikki bíleggja ferðaleiðara, mugu tit spyrja um loyvi frá eigarinum/eigarunum áðrenn tit fara. Listin yvir hagarnar er her.

Túrar (dømi – verður dagført)

Tit kunnu millum annað ganga hesar túrarnar við ferðaleiðara, tó er umráðandi at tit bíleggja túrin í góðari tíð, tá túrurin í hvørjum føri skal samskipast við ferðaleiðara og umboðum fyri hagarnar:

Sandoyggin:

Líraberg

Lokkloysi 

Dysjarnar – túrar í Dysjarnar verða lýstir á Facebook-síðu okkara, hjá Dalsgarði og á What’s On.

Sandur – Søltuvík (um gingið verður á vegnum, er hetta sjálvandi ein túrur ið ikki krevur loyvi)

Skarvanes – Dalur (bygdagøta – tó viðmæla vit altíð at siga frá, so tit ikki órógva í rakstrinum)

Skálavík – Húsavík (bygdagøta – tó viðmæla vit altíð at siga frá, so tit ikki órógva í rakstrinum)

Ævintýrtúr til Bindisteinin og Gívrinarhol – les meir her.

Skúvoyggin:

Norð á Dal

Niðan á Knút

Niðan til eggjar

St. Dímun:
eftir avtalu

Matpakkar o.a.

Eisini ber til at bíleggja mat við. Skriva endiliga til okkum, um hettar hevur tín áhuga.

Bíleggingar

Bílegg tín túr umvegis info@visitsandoy.fo.

Prísur

Vanligi prísurin fyri fjallatúrar er 400 kr. um tíman, tó er minstagjaldið 1440 kr. Hesin prísur er galdandi fyri upp til 18 ferðafólk.

Tá talan er um bygdatúrar er vanligi prísurin 360 kr. um tíman, tó er minstagjaldið 720 kr. Hesin prísur er galdandi fyri upp til 18 fólk.

Gev gætur, at hetta eru vanligu prísirnir hjá Kunningarstovuni. Túrar fyriskipaðir av øðrum kunnu sjálvandi hava annan prís enn okkara.