Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

SA04 – Hjá Annu

Húsini liggja í Trøðum, stutt frá Magn støðini á Sandi, við góðum útsýni yvir Sandsvatn. Uttanfyri er urtagarður.

HENTAR UPPLÝSINGAR

Í húsunum eru køkur, stova, tvey baðirúm við brúsu og baðikari, eitt dupultkamar, eitt kamar við trimum einkultsengrum, eitt einkultkamar og 4 madrassir.

Í alt er pláss fyri 6 vaksnum.

Royking er ikki loyvd innandura.

HVAT ER HVAR?

Loftið: tvey kømur – eitt við dupultsong, eitt við einkultsong.

Miðhæddin: Køkur. Eitt kamar við trimum einkultsengrum. Baðirúm við baðikari.

Kjallarin: Baðirúm við brúsi

HENTLEIKAR

Vaskimaskina, internet, køli- og  frystiskáp, uppvaskimaskina, mikroovnur, el-ketil, kaffimaskina og sjónvarp.

PRÍSUR

Prísurin fyri 4 fólk er 790 kr fyri náttina.

Eykauppreiðing kostar 100 kr fyri náttina.

Seingjaklæðir kunnu leigast fyri 50 kr settið.

Reingerðin kostar 500 kr.

VETRARTILBOÐ

Prísurin fyri 4 fólk er 600,- kr. fyri náttina.

Er bert galdandi fyri gistingar í tíðarrúminum frá 1. oktober 2019 – 31. mars 2020.

TØKT

Síggj nær húsið er tøkt her!

Grønt merkir tøkt, gult merkir umbiðið og reytt merkir upptikið.

BÍLEGGINGAR

Bílegg húsið tá tað passar tær best, umvegis Sandoyar Kunningarstovu.

Til ber eisini at bíleggja húsið umvegis teldupost: info@visitsandoy.fo.

INNSKRIVING OG FRÁFERÐ

Tað slepst í húsini kl. 16.00, og tað eigur at vera farið úr húsinum kl. 12.00 seinasta dagin.

GJALDSTREYTIR

Tá innivist verður bókað, skal upphæddin verða goldin beinanveg, um ikki annað er tilskilað á rokningini. Tá bílagt verður 1 mánaða ella styttri áðrenn útleigudagin, er bíleggingin bindandi.

Verður bíleggingin avlýst seinni enn 4 vikur fyri komu, verða 50% av gjaldinum afturgoldið til leigaran. Verður avlýst seinni enn 14 dagar undan komu, verður onki afturgoldið til leigaran.

Sí okkara gjaldstreytir her.