Tórshavn (capital)
Stað

Tórshavnar Musikkskúli

x

Í skúlanum starvast í løtuni fleiri enn 50 lærarar og hvørja viku fáa áleið 800 næmingar frálæru á einum ljóðføri. Harumframt eru eisini alskyns kór, orkestur og “bands” , sum hvørja viku venja á skúlanum.

Umframt undirvísingina í musikkskúlanum samstarvar musikkskúlin við aðrar mentanarstovnar, m.a Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki skipanina, Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki skipanina.

Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Setrið um frálæru í tónleiki.

Musikkskúla miðnám og Orgulleikaraútbúgvingin eru partur av Tórshavnar Musikkskúla. Les meira um skipanirnar HER

Address

Landavegur 84
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Upplatingartíðir

-