Síging – túrar 2018

Vit skipa fyri síging í summar. Kom við!

Til ber at síga í 300 m hædd í Lonini vestanfyri á Sandoynni*. Hetta er ein heilt serlig uppliving, har tú sleppur at ganga mitt í fuglalandinum tá tú ert komin eitt sindur niður í hædd. Útsýnið er eisini einastandandi. Kom og síggj sjálv/ur!

Her eru túrarnir:

Túrur 1: 12.05.2018 – melda teg til áðrenn 26. apríl um tú vilt tryggja tær eitt pláss!

Serprísur 12. mai: 1000 kr. per persón!

Túrur 2: 30.06.2018 – melda teg til áðrenn 15. juni um tú vilt tryggja tær eitt pláss!

Túrur 3: 07.07.2018 –  melda teg til áðrenn 22. juni um tú vilt tryggja tær eitt pláss!

Túrur 4: 21.07.2018 –  melda teg til áðrenn 6. juli um tú vilt tryggja tær eitt pláss!

Tú teknar teg her.

Vit skipa fyri túrinum um í minsta lagi 5 fólk melda seg til.

 

Prísur: 1200 per persón.

Dagurin er frá kl. 10.30-16.00 á leið. Við í prísinum er við síging, føroyskur matpakki, kaffi, te, kaka og frálík hjálp frá røskum fólki! Tað ber eisini til at skipa dagin sum tit ynskja, um tit vilja byrja fyrr ella seinni.

Er áhugi fyri at síga, ber til at seta seg í samband við Sandoyar Kunningarstovu á tlf. 222 078 ella info@visitsandoy.fo

*treyta av, at tað viðrar