Seinsummardagur á Sandi 2018

Góður tónleikur, barnatiltøk, hoppiborgir, gongutúrar, klovurin Bubu, góður matur og mangt, mangt annað! Gleð teg til Seinsummardag á Sandi, 25. august 2018.

Millum tónleikanøvnini ið spæla til ÓKEYPIS KONSERT kunnu vit nevna

Kjølar! Tá teir frættu at øll ikki sluppu inn í tjaldið á Summarfestivalinum í ár, søgdur teir ja til at spæla EINA konsert afturat, og tað verður á ársins Seinsummardegi á Sandi. Sandur hevur eitt serstakt pláss í hjartanum hjá Kjølum. Innleiðandi umfar til Prix Føroyar kappingina í 1997 var hildið í Ungmannafelagshúsinum á Sandi, og har vann Kjølar umfarið, og ruku beinleiðis í finaluna. Hetta umfarið á Sandi var tað sum veruliga gav Kjølum vind í seglini.

Søren Haugaard Pedersen, ið fer á pallin saman við Húsaorkestrinum.Søren er sangari í “Hitmen” og “Robbie Williams Jam” teir spæla kendan covertóneik. Teir fáa popp- og rockhitt at svinga og sveiggja, so tú kanst ikki annað enn lyfta fótin.

Niclas Hera hjá Dynamitt. Tá hann er á pallinum er garanti fyri at tað verður lív fjøldini.

Vit minnast øll tað frálíku framførsluna sum Danny frá Danny & Veetos hevði á Seinsummar konsertini í 2016. Danny fer aftur í ár á pallin saman við húsaorkestrinum.

Eisini spæla Ólavur á Váli Olsen, Fríðbjørg & Frankie, og Jórun Gudmundsen & Hans Ravnsfjall fyri okkum!

Seinsummardagin skipar Kunningarstovan fyri fleiri bygdatúrum

Kl 12.00 verður møguleiki at hoyra søguna um Kálv Lítla, gingið verður runt til støð sum hava samband við søguna. Byrja verður í Todnesi.

Frásøgumaður verður Róin Clementsen.

Kl 12.30 verður møguligt at fara í Klettafjósi við Poul har hann greiður frá um arbeiði har, eisini verður møguligt at royna seg í arbeiðnum har.

Túrurin er væl egnaður til børn, men vaksin eru sjálvandi eisini vælkomin.

Kl 13.30 verður túrur gjørdur í býlinginum “í Koytu” gingið verður rund í býlinginum og greitt verður frá søguni har.

Frásøgumaður verður Tummas Løkjá.

Kl 14.30 verður opið húsi í tunnilinum hjá Veltuni har møguleiki verður at síggja virksemi, eisini verður møguligt at keypa okkurt gott at eta og drekka.

Filmsýning í Virkinum

Hesir filmar verða vístir:

1) Føstugangshald á Sandi (Føstulávintsfilmurin) – Eir í Ólavsstovu

2) Wünder Pitsa – Hanus Johannessen

3) Maðurin við Blæðuni – Maria Tórgarð

Listasavnið á Sandi

Listasavnið spennir seg eisini út Seinsummardagin.

Kl. 11.00 – 13.00 er opið sum vanligt.

Atgongd til Listsavnið kostar 60 kr. 

Kl. 13.00 – 14.00 er ókeypis konsert við MonkeyRat duo.

Bygdasavnið á Sandi

Opið er frá kl. 12 – 14.

Kl 13.30 verður túrur gjørdur í býlinginum “í Koytu” gingið verður rund í býlinginum og greitt verður frá søguni har.

Frásøgumaður verður Tummas Løkjá.

Túrurin er ókeypis, tó kostar atgongd til bygdasavnið 30 kr.

Meir kunning kemur á heimasíðuni www.visitsandoy.fo og á Facebook-síðuni Seinsummardagur á Sandi.

Taxa:

Vit vilja at øll kunnu koma trygg til og frá Seinsunnardegnum.
Tí hava vit aftur í ár gjørt avtalu við Bil um at teir koma suður at koyra Seinummardagin.

Tel. 32 32 32.

Gisting

Øll okkara summarhús á Sandi eru upptikin vikuskiftið 25. august, tá seinsummardagur á Sandi er. Um tú hevur campingvognin við suður, eru 10 pláss tøk norðanfyri campingøkið úti í Støð á Sandi.

Um tú ikki ert til camping, er tað heldur ongin trupuleiki, tí vit hava enn tøk hús í Skopun (SA01), í Húsavík (SA07) og í Skálavík (SA18) – og Taxi koyrir tykkum gladliga heim!

Sí gistingarmøguleikarnar her.