Síging

Til ber at síga 200 m í 300 m hædd í Lonini vestanfyri á Sandoynni*. Hetta er ein heilt serlig uppliving, har tú sleppur at ganga mitt í fuglalandinum tá tú ert komin eitt sindur niður í hædd. Útsýnið er eisini einastandandi. Kom og síggj sjálv/ur!

Dagurin er frá kl. 10.30-16.00 á leið. Tað ber eisini til at skipa dagin sum tit ynskja, um tit vilja byrja fyrr ella seinni.

*treyta av, at tað viðrar

 

Bílegging

Tú bíleggur túrin her, á síðuni hjá Guide to Faroe Islands.

Um tú hevur spurningar, ber til at seta seg í samband við Sandoyar Kunningarstovu á tlf. 222 078 ella info@visitsandoy.fo


Prísur

1200 per persón.

Við í prísinum er

síging, føroyskur matpakki, kaffi, te, kaka og frálík hjálp frá røskum fólki!

Túrar kunnu gerast júst til tykkum! Til ber at skipa fyri síging um tit eru ein bólkur á í minsta lagi fimm fólk.

 

Vit skipa fyri síging í summar. Her eru túrarnir – kom við!

Túrur 1: 12.05.2018 – melda teg til áðrenn 26. apríl um tú vilt tryggja tær eitt pláss!

Túrur 2: 30.06.2018 – melda teg til áðrenn 29. juni um tú vilt tryggja tær eitt pláss!

Túrur 3: 07.07.2018 –  melda teg til áðrenn 4. juli um tú vilt tryggja tær eitt pláss!

Túrur 4: 21.07.2018 –  melda teg til áðrenn 19. juli um tú vilt tryggja tær eitt pláss!