Kafe Breiðateig

Á Kafe Breiðateig er sera hugnaligt, eitt gott stað at njóta løtuna. 

Á Breiðateig var telefonstøðin á Sandi, og húsið hevur bæði søgu og sál. Útsýnið er eisini sera gott út yvir vánna. Bussur koyrir beint framvið, og kafe’in liggur mitt í bygdini á Sandi.

Burðardygd

Á Kafe Breiðateig verður dentur lagdur á heimagjørdan mat, og frísk rávøra úr nærumhvørvinum verður nýtt í størst møguligan mun. 

Stórur partur av innbúgvinum hevur egna søgu. Borðini eru gjørd úr gomlum hurðum og rekaviði, koppar og annað er av gomlum slagi, og gamli málningurin á vegginum hevur sína egnu søgu.

Matkort

Á matarlepanum er m.a. heimabakað belgisk vafla við ísi og sjókolátasós, rabarbutrifli gjørd úr økologiskum rabarbum av Sandi, bananasplitt, flógv tvíflís, fiskasuppa við góðum útróðrartorski og heimabakaðum breyði afturvið.

Eisini er møguleiki at bíleggja annan mat út við ella at eta í húsinum. Møguleiki er at fáa fyrstafloks føroyskan útróðratorsk, oksa ella lambakjøt, brunchplattar og ymiskt annað.

Skalt tú ein túr og ynskir matpakka, eru vit fús at gera hendan og bjóða t.d. breyð við føroyskum viðskerða, ella pannukøkur.

Staðið má upplivast, og her kann tú njóta løtuna, friðin, søguna, núið og góðu tænastuna.

Vit hava frítt wifi til kunda okkara.

 

Verið hjartaliga vælkomin á Kafe Breiðateig!

 

Upplatingartíðir frá 22. juni 2018:

Mánadag – leygardag: frá kl. 11.00 til 18.00

Sunnudag: frá kl. 12.00 til 18.00.