Á Mølini

Vit lata upp leygardagin, 30. juni kl 15.00!

Skrá 30. juni:

Kl 16.00 vitja spælimenninir Eyðstein og Poul Jákup, helst verður onkur góð søga eisini
Kl. 19.00 lesur Oddfríður yrkingar og hugleiðir um at seta orð saman
Frá Kl. 21.00 spæla Ravnar góðan countrytónleik
 
Gott pláss verður at sita uttanfyri eisini.
 
  • Øll hóskvøld í juli spælir Eyðstein Ólason góðan harmonikutónleik.

  • Vit fara at vísa fótbóltsdystir frá HM. Fylg við á okkara facebooksíðu: Mølin Skálavík.

 

Matseðil:

Á okkara matarskrá er m.a. høsnarungasuppa við heimabakaðum flûte, brokkoliterta við salati, grillaðar tvíflísir, pastasalat við heimabakaðum flûte. Omaná er rabarbutrifla við heimagjørdum makrónum, súreplaterta og pannukøkur við heimagjørdum rabarbuísi og vaniljuísi.

Okkara upp- og afturlatingartíðir eru:

Sunnudag – hósdag : 11.00 – 22.00 (summarið 2018)

Fríggjadag og leygardag: 11.00 – 02.00 (summarið 2018)