Kvøldseta í Dali 20. juli 2018

Í Dali skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði. Har savnast børn, ung, tilkomin og gomul at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl.

Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali.

Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera.

Samanumtikið eitt ógloymandi kvøld!

Møguleiki er at samantvinna kvøldsetu við gongutúri millum Skarvanes og Dal, við ferðaleiðara. Gongurtúrurin byrjar kl. 14.30.

Hent at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til Sandoyar Kunningarstovu, tlf. 222 078 og teldupost info@visitsandoy.fo

Vinarliga sig okkum frá, um tú ynskir at sleppa við bussi úr Skopun til Skarvanesar, ella frá Dali til Skopunar.

Um tú vilt aftur og framm sama dag, ber til at fara við Teistanum kl. 13.15 av Gomlurætt, og kl. 20.40 úr Skopun.

Vit skipa fyri kvøldsetu 20. juli 2018**

Melda teg til her: https://visitsandoy.nemtilmeld.dk/1/

 

**treytað av, at í minsta lagi 10 fólk melda seg til.