Viðtøkur

Lógir fyri Sandoyar Sýslu Ferðalag:

 

1: Navn og heimstaður:

Navn felagsins er Sandoyar Sýslu Ferðalag, og heimstaðurin er Sandoyar Kunningarstova.

 

2: Endamál:

Endamál felagsins er at virka fyri miðsavnan og útgávu av upplýsingum um sýsluna og virksemi í sýsluni til íbúgvarnar og vitjandi, innan- eins og væl uttanlands at skapa áhuga fyri sýsluni, stuðla handli, ídnaði, mentan og annars virka fyri, at sýslan og lívið í henni gerast áhugaverd fyri øll.

 

3: Limaskapur:

Einstaklingar, virki, feløg og stovnar kunnu gerast limir.

 

4: Nevnd:

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevns, sum verður vald á ársaðalfundinum fyri 2 ár í senn, soleiðis, at hvørt líka ár verða valdir 3 nevndarlimir og hvørt ólíka ár verða valdir 2 nevndarlimir. Samstundis verða valdir 2 tiltakslimir, ið sita í eitt ár í senn.

Afturval kann fara fram.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara.

Nevndin er viðtøkufør, tá ið í minsta lagi 3 nevndarlimir eru møttir á nevndarfundi.

Á nevndarfundi ræður vanligur meiriluti. Um atkvøðugreiðsla stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.

Berst formanninum frá, tekur næstformaðurin við sum formaður.

Nevndarval er frítt millum limir felagsins ella umboð teirra. Tó skal sitandi nevnd leggja uppskot fyri aðalfundin um val av nevndalimum, ið tryggja, at fjølbroyttu og ymisku áhugamálini og møguliga skipaðir áhugabólkar verða so væl umboðað í nevndini, sum til ber.

 

5: Fígging:

Limirnir skulu gjalda limagjald, ið verður ásett á ársaðalfundinum fyri eitt ár í senn.

Limagjaldið kann vera ymiskt fyri einstaklingar, virki, handlar, stovnar, feløg og so framvegis. Nevndin er eisini heimilað at virka fyri at fáa pening til vega á annan hátt, eitt nú við at søkja um almennan stuðul.

Somuleiðis er Kunningarstovan heimilað at stíla fyri inntøkugevandi tiltøkum.

Limur, ið ikki hevur goldið limagjald í 2 ár, er at rokna sum útgingin.

 

6: Roknskapur: 

Kassameistarin hevur um hendi roknskap felagsins og Kunningarstovunar.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Roknskapurin skal vera grannskoðaður av ríkisgóðkendum ella skrásettum grannskoðara.

Tá ið roknskapurin verður framlagdur, skal hann vera undirskrivaður av øllum nevndarlimum og hava váttan frá grannskoðaranum, at hann hevur grannskoðað roknskapin eftir vanligari siðvenju.

 

7: Tekningarreglur: 

Felagið verður teknað av 3 nevndarlimum ella av formanninum einsamøllum.

Við keypi og sølu av fastari ogn eins og við lántøku krevst nevndarsamtykt og undirskrift formansins.

Kunningarstovan, sum felagið rekur, verður teknað av leiðarinum.

Við keypi og sølu av fastari ogn, eins og við lántøku Kunningarstovuni viðvíkjandi, krevst nevndarsamtykt og undirskrift frá formanni og leiðara.

 

8: Ábyrgd: 

Felagið ábyrgist einans fyri skyldur sínar við sínum ognum, og ábyrgjast eingir limir – hvørki nevndarlimir ella aðrir – persónliga fyri skuldur felagsins.

Sama er galdandi fyri Kunningarstovuna.

 

9: Virki:

Kunningarstovan útinnir dagliga virki felagsins.

Uppgáva hennara er:

  • at kunna um sýsluna, bæði innan- og uttanlands,
  • at veita íbúgvunum og fremmandafólki upplýsingar og ráð um m.a. gistingar- og ferðamøguleikar,
  • at virka fyri útgávu av faldarum og plakatum um sýsluna,
  • at eggja til økta framleiðslu og merking av minnislutum og tinganesti,
  • at vera kveikjari til mentanarlig og vinnulig tiltøk,
  • at vera við til og kanska skipa fyri sølu- og handilsfremjandi tiltøkum,
  • at kunna íbúgvar og vitjandi um, hvat hendir innan ítrótt, mentan og annað, ið ætlast kann hava almennan áhuga,
  • at viðvirka til, at sýslan gerst so áhugaverd, sum gerast kann, hjá borgarum og gestum.

 

10: Leiðari og starvsfólk:

Til dagliga raksturin av Kunningarstovuni setir nevndin leiðara, ið eisini er skrivari hjá nevndini. Nevndin setir starvsfólk eftir tilmæli frá leiðaranum.

 

11: Ársaðalfundurin:

Evsta vald felagsins er ársaðalfundurin, ið skal vera hildin fyri 1. apríl, og skal hann vera lýstur í minsta lagi 14 dagar frammanundan.

Nágreinilig dagskrá verður at senda limunum 8 dagar undan ársaðalfundinum.

Ársaðalfundurin er altíð viðtøkuførur, um hann er lógliga lýstur.

Hvør limur hevur eina atkvøðu á ársaðalfundinum.

Fyri allar atkvøðugreiðslur er vanligur meiriluti galdandi. Stendur á jøvnum, verður lutakast. Mál, ið limirnir ynskja viðgjørt á limafundi, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar fyri ársaðalfundin.

Føst skrá fyri ársaðalfundin er:

 

  1. Formaðurin setir fundin.
  2. Val av fundarstjóra og skrivara.
  3. Formaðurin gevur vegna nevndina frágreiðing um virki felagsins í farna ári.
  4. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap til góðkenningar.
  5. Fíggjarætlan fyri komandi ár.
  6. Val av nevndarlimum sambært §4 í lóg felagsins.
  7. Val av tiltakslimum sambært § 4 í lóg felagsins.
  8. Val av grannskoðara sambært § 6 í lóg felagsins.
  9. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið sambært § 5 í felagsins lóg.
  10. Uppskot frá nevnd ella limum til viðgerðar.
  11. Innkomin mál.
  12. Ymiskt.

 

 12: Eykaaðalfundur: 

Eykaaðalfundur skal vera hildin, um meira enn helvtin av nevndini krevur tað, ella í minsta lagi 10 av limum felagsins skriliga biða um tað.

Fyri eykaaðalfundin galda somu reglur viðvíkjandi lýsing og atkvøðugreiðslum, sum eru galdandi fyri ársaðalfundin.

Fyri allar atkvøðugreiðslur er vanligur meiriluti galdandi.

 

13: Lógarbroyting:

Uppskot um lógarbroyting skal lýsast sum serstakt mál á fyrstkomandi aðalfundi ella eykaaðalfundi.

 

14: Avtøka:

Til avtøku av felagnum krevst viðtøka á eykaaðalfundi, ið lýstur er at vera einans við hesum máli á skránni. Tó krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri avtøku.

Eigur felagið ogn, táið tað verður tikið av, fella hesar ognir lutfalsliga, eftir latnum stuðli seinastu 3 árini, til kommunurnar í Sandoyar Sýslu.