Heilsa upp á muuh

Vælkomin í fjósið hjá Pouli

Poul er mjólkabóndi á Sandi, og neytini hjá honum eru bæði forvitin og blíð.

Tá tú vitjar Poul heilsar tú upp á neytini og kálvarnar, hann fortelur og vísur tær hvussu hann ansar eftir neytunum. Tú kanst enntá royna teg sjálv/ur í fjósinum. Tit heilsa eisini upp á hønurnar hjá Pouli og síggja hvar tær leggja egg, og hvør veit, kanska liggja nøkur heit egg klár tá tit koma?

Hetta er ein serlig uppliving fyri bæði børn og foreldur, og Poul dugir serstakliga væl at greiða frá.

Børnunum dáma so væl blíðu kálvarnar hjá Pouli, so tey ætla sær aftur at vitja næstu ferð tey eru á Sandoynni. Og hvør veit, kanska fáa tit eisini eitt kálvaklemm ella enntá ein kálvakoss.

Matur

Um tit eru heppin, so er Sóleyð hjá Poul heima tá tit vitja hann.

Um hon er heima, vil hon fegin gera tykkum ein deiligan drekkamunn við t.d. bollum pannukøkum, vaflum ella rabarbugreyti. Nærum alt er sjálvandi heimagjørt og av Sandi.

Bílegging

Tit bíleggja við at skriva til okkum á info@visitsandoy.fo ella ringja á 222 078.

Prísur

Vitja fjósið: 300 kr. fyri upp til 6 fólk

Drekkamunn: 75 kr. fyri hvønn