Fiskitúrar

Fiska við Hvíthamar

Vitjandi fáa eitt minniligt upplivilsi við bátinum M.S. Hvíthamar, har bátasmiðurin Jóan Petur Clementsen, ið sjálvur hevur smíðað bátin, fer túr við tykkum!

Seks fólk kunnu fiska í senn, og í hægsta lagi tólv fólk kunnu við Hvíthamar í senn.

 

Minst til:

Farið verður úr Sands havn.

Neyðugt er at bíleggja pláss frammanundan við at skriva til info@visitsandoy.fo.

 

Prísur:

2 tímar: 1200 kr. í alt

Hálvan dag: 1850 í alt

Heilan dag: 3200 í alt