Ævintýrtúrar

Hesin túrurin er til børn og barnsligar sálir.

Vit hoyra um gívrina og síggja gívrinarspor, knúgvarnar og holuna, har hon búði! Ferðaleiðarin sigur frá nógvum søgum á lætta gongutúrinum, vit kalla Ævintýra-túrin. Túrurin tekur umleið tveir tímar, og eldri sum børn orka at ganga hann.

 

Nær og hvar?

Alt summarið fyri bólkar (8 fólk og fleiri)

Túrurin byrjar við gamla skúlan á Sandi.

 

Kostnaður:

80 krónur fyri hvønn.

 

Matur:

Kunningarstovan kann veita mat og drekkamunn í samband við túrin, t.d. bollar, pannukøkur, vaflur. Hettar kostar eitt eyka gjald.

 

Bílegging:

Bílegg túrin á info@visitsandoy.fo

 

Hjartaliga vælkomin í Sandoynna. Vit gleða okkum at síggja tykkum!