Atkomumøguleikar

Tað er lætt at koma til Sandoyar, og á vegnum sært tú bæði Hest, Koltur, Vágarnar, Streymoynna og sjálvandi Sandoynna.

Sandoyggin:

Teistin fer frá Gomlurætt. Tú kanst antin fara við bussinum 101 frá Farstøðini ella Steinatún, ella koyra sjálv/ur.

Tá tú kemur til Sandoynna, byrjar túrurin í Skopun – vist tú at verðsins størsti postkassi er her?

Skúvoyggin:

Um tú vilt ferðast eitt sindur afturat, vildu við viðmælt at farið ein túr til Skúvoyar við Sildberanum. Har er eitt frálíkt fuglalív, nógvir góðir túrar at ganga, við góðum ferðaleiðarum – og heila tvær staðni tú kanst bíleggja bæði ból og bita (vit viðmæla at bíleggja gjøgnum kunningarstovuna áðrenn ferðina).

Ferðaætlanin hjá Teistanum og Sildberanum riggar ofta væl saman, so tað er onki problem at fáa tvær flugur á einum túri!

Gott at vita:

Minst til at bíleggja pláss umborð á Sildberanum. Allar fráferðir við Silberanum er bert eftir tilkalling á tlf. 29 31 17, tó til túrarnir  kl. 06:15  og kl. 08:30 fyri kl. 21:00 kvøldið  fyri. Gerðandisdagar er ikki neyðugt at tilkalla túrin 08:30.

St. Dímun:

Um tú vilt til St. Dímun, so skipa vit av og á fyri túrum við Hvíthamar. Tað ber eisini til at fara við tyrluni. Vit viðmæla at gera avtalu við tey fittu fólkini í St. Dímun áðrenn tit fara, eftirsum tit mugu gista hjá teimum í nakrar dagar, um tit fara við tyrluni.

SSL:

Finn allar tíðir til Teistan, Sildberan og bussarnar her: http://www.ssl.fo/

Bussurin frá Havn til Gomlurætt eitur 101. Bussurin frá Skopun til restina av Sandoynni eitur 601.
Teistin eitur 60 og Sildberin 66.

Gott at vita:

Tað kann vera eitt gott hugskot at bíleggja pláss við Teistanum frá Gomlurætt um tú hevur bil við. Til ber ikki at bíleggja pláss frá Skopun til Gomlurætt. Vit viðmæla ikki at tit taka ein bil við suður hvør, um tit eru fleiri ið ferðast saman, eftirsum har ikki er óavmarkað pláss til bilar umborð.