Ferðin

Komin á Gomlurætt bíðar hann okkum, Teistin.

Føroyingar eru siglandi tjóð, men tey flestu sigla einki serligt, tí er siglitúrurin til Skopunar forkunnugur. Næstan sum Indiana Jones fara vit, og allir okkara dýrgripar, umborð á skútuna, ið skal føra okkum yvir um hav til oyggjar fyri sunnan har lendi er flatari, lotið er lýggjari, sandurin ljósari og tíðin er burt.

Teistin leggur frá landi og vit síggja vøkru oyggjar okkara út einum øðrum sjónarhorni. Takksemi yvir okkara vøkru náttúru floymir inn yvir okkum og vit hugsa: hava vit búð í hesi náttúruperlu alt hetta farna árið, og ikki lagt tað til merkis? Vit hyggja upp á hvønn annan og eyguni siga: gott, at vit fara hendan túrin, so vit kunnu leggja til merkis og minnast til, at vit eru heppin, náttúran er vøkur og lívið er eittans.