23 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Filmar

Útnorðurdagur 2021: Alma (IS)

x
Íslendskur filmur, ið er tilnevndur Norðurlendska Filmsvirðislønina 2021 – ókeypis almenn sýning (aldursmark 8 flokkur og eldri)

Trý ára gamla Alma hevur verið út fyri einari ógvuligari uppliving. Hon sá pápan blíva  dripnan. Hon og mamman flýggja frá tí krígsherjaða heimlandinum til Ísland. Nú 25 ár seinni er Alma er dømd  at sita á psykiatriskari deild fyri at hava myrt sjeikin hjá sær. Alma minnist einki til hendingina. Tá ið hon so finnur útav, at sjeikurin enn er á lívið , tekur hon avgerð um at flýggja og veruliga fremja morðið.

Greining

Eins og nógvar kvinnur, ið  eru dømdar at sita á rættar sinnisjúkrahúsi, er Alma dømt fyri at hava myrt drong sín. Fyri hesar kvinnur er íslendska fíggjarkreppan og búskaparliga skrædlið i 2008, ein ímynd av tí møguliga skrædlinum hjá patriakalsku samfelagsskipanini, ið gjøgnum ættarlið hevur framt valdsgerðir móti  kvinnum, neyðtøku og harðskap. Ei heldur fingu tær lut í stóra peningaliga ríkidøminum. Hesin metaforur setur upp hvassar strikur í eini frásøgn, ið hevur fleiri síður .

Tað byrjar sum ein dapurskygdur fápil, sum broytist til eina vakra kærleikssøgu har snúningsaksin er søgan um hvussu ofrið vínnur á sínari og sálarhvølum og at enda finnur aftur til sínar røtur og  egnu rødd í lívinum.

Snildisliga við bítandi skemti og lemjandi myndatalu sameinir filmurin Alma skaldsliga visjón við  sosial kritiska feminismu.

Um filmin

Leikstjóri: Kristín Jóhannesdóttir

Handritahøvundur: Kristín Jóhannesdóttir

Høvuðsleikarar: Snæfríður Ingvarsdóttir, Emmanuelle Riva, Kristbjörg Kjeld, Hilmir Snær Guðnason

Framleiðari : Guðrún Edda Þórhannesdóttir, Friðrik Þór Friðriksson, Egil Ødegård

Framleiðslufelag: Duo Productions

Undirtekstir eru á skandinaviskum

Longd  96 minuttir

Aldursmark er 14 ár (8 flokkur)

Øll eru vælkomin eisini tey sum ikki ganga í skúla

Um filmin á Íslendskum

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 Sep 10:00

Price

Free