27 Sep
Eysturoy
190 DKK
Tónleikur

Útgávukonsert við Bárði á Lakjuni

x

Sunnukvøldið 27. septembur kl 19:30 verður Løkshøll í Runavík karmur um útgávukonsert, í sambandi við at Bárður á Lakjuni fyrr í ár gav út fløgu og bókling við yrkingum undir heitinum ”Lívsins dansur”.

Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt í útvarpi, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur”, ”Fóður hevur fylgjur” og nógvar aðrar góðar saman við nøkrum av okkara dugnaligastu tónleikarum. Fyrst og fremst verða sangirnir á útgávuni framførdir, men eisini annað tilfar verður at hoyra – bæði sangir og upplestrar. Nakrir málningar, ið prýða bóklingin, verða eisini sýndir fram, og til ber sjálvsagt eisini at ogna sær útgávuna.

Útgávan, Lívsins dansur, er annars vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Talan er um bókling við sekstan tekstum, harav meginparturin eru nýggir tekstir, meðan nakrir eru útgivnir áður á øðrum tónleikaútgávum. Leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, hevur gjørt myndirnar, ið prýða savnið, og fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni – sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen hevur framleiddi tónleikaliga partin.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

27 Sep 19:30

Price

Atgongumerki 190 DKK