17 Feb - 23 Feb
Norðoyggjar
Free
Festivalar

Torradagar 2020

x

Torradagarnir eru aftur á skrá 17. – 23. februar 2020, og eru tey, ið ynskja okkurt sett á skránna vælkomin at gera vart við seg á dw@klaksvik.fo ella ringja til Klaks­víkar kommunu.

Skráin er ikki liðug enn, men m.a. Fiskivinnutingið tekur saman­um fiskivinnulóggáv­una og verður ein partur av leikpallinum á Torradøgunum í miðhøllini á Skúlatrøð hesaferð.

Eisini verða ymsar hugnaløtur í Smæruni við m.a. Jógvan Arge, rithøvundi sum greiðir frá um tíðina í Føroyingahavnini í Grønlandi, tá ið menn vóru til lands við opnum bátum. Kári P. Højgaard, sum hevur roynt hetta í verki, fer at greiða frá sínum royndum í við opnum báti har og um sambandi millum manningarnar, ið har vóru.

”Søgur av Flemish Kap” verður aftur á skrá, við framløgum og práti við sjómenn, sum hava verið á Flemish Kap. Eisini verður víst brot úr filminum Trolmenn, sum sjónvarpssnillingurin, Zacharis Hammer er í ferð við at gera.

Njál Djurhuus kemur at greiða frá serstaka lívi sínum við nógvum hendingaríkum á leiðini. Bókin, sum kom út um hann fyri stuttum, er útseld, tó at hon er komin í tveimum uppløgum.

Ein serstøk framløga verður um Arktis og tær broytingar, har henda vegna broytta veðurlagið. Tikið verður upp hvørjar fylgjur hetta kann hava fyri fskiskap á okkara leiðum.

Ein myndamaður úr Eysturríki, Christoph Ruhsam, sum hevur verið í Arktis, greiðir frá í myndum um broytingar í ”landslagnum” har. Vinmaður hansara, Wolfgang Schöner, professari, greiðir eisini frá um hesi somu viðurskifti við eini meira gjøllari sjóneyku.

Heilsurenning, Heilsukáfé og Matiné er eisini á skrá. Matstovurnar plaga at spíla seg út við nógvum áhugaverdum á matarseðlinum. Spennandi fiska-bufféin hjá Umsorganarheiminum, Gloria verður aftur á skrá og so mangt annað.

Torradagarnir verða 17. – 23. februar og sum sagt er skráin ikki liðug enn, men verður meir at frætta seinni.

Tey, ið ynskja okkurt sett á skrá kunnu gera vart við seg á dw@klaksvik.fo ella ringja til Klaksvíkar kommunu á tel. 410000.

Gott um hetta tilfarið – Heiti, staðseting og tíð var okkum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2020.

tekstur: klaksvik.fo

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

17 Feb - 23 Feb Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free