11 Jun
Tórshavn (capital)
325 - 450 DKK
Annað

Temakvøld: Men, tú sært ikki sjúk/sjúkur út

x

Hevur tú eina kroniska sjúku ella livir tú við dagligari pínu? So er hetta temakvøld fyri teg.

Kom við til ein erligan fyrilestur, sum fer at geva tær íblástur til, at fáa tað besta burturúr tínum lívið, hóast tú hevur kroniska pínu ella sjúku.

FYRILESTRARHALDARI
Christina David, ið er fyrilestrarhaldari hetta kvøldið, fer at siga frá sínari søgu, um eitt nú, hvussu hon hevur megnað, at fingið eitt gott lív, hóast hon er kronisk sjúk og altíð hevur pínu.

Vit fara at hoyra um:
– Sorg
– Aksept
– At missa
– Samrøður við avvarðandi
– At vera sárbar/ur
– Ótta
– Vónir
– Einsemi
– Isolatión
– vm.

Christina fer at koma við konkretum amboðum til, hvussu tú kanst liva við kroniskari pínu. Tú fert at fáa íblástur til, at seta realistisk mál fyri lívið.

Tak avvarðandi við!
Tað er ikki bara tann sjúki, sum má liva við broyttum lívsumstøðum. Eisini tey, sum tú hevur rundan um teg, mugu fyrihalda seg til støðuna.

Tí hevur Christina ein avvarðandi við, sum vil greiða frá, hvussu tey finna javnvágina. Hon viðmælir, at tú eisini hevur ein avvarðandi við til fyrilesturin, so hesi kunnu læra meiri um, hvussu tú sum kroniskari hevur avmarkaðar lívsumstøður og hvørjir tankar tú berjist við.

Address

Aulan í Finsen

Tróndargøta 44
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

11 Jun

Price

Luttakari 450 DKK

Avvarðandi 325 DKK