07 Mar
Suðuroy
250 DKK
Verkstovur

Skeið í vørumenning og prísáseting innnan Ferðavinnu

x

Menningardeildin hjá Visit Faroe Islands skipar fyri skeiði í produktmenning og prísáseting innan ferðavinnu í samstarvi við kunningarstovur, stovnar og kommunur kring landið.

Nýggj-/ur í Ferðavinnuni?

Ynskir tú at menna títt ferðavinnuhugskot?

Ynskir tú at læra, hvussu tú setir prísin, fortelur søguna og marknaðarførir tína ferðavinnu vøru?

Evnini ið skeiðið viðger:

  • Hvat eyðkennir tað góða hugskotið?
  • Fortel søguna (Storytelling)
  • Søla og marknaðarføring
  • Prísáseting og optimering innan gisting, vørur og upplivingar

Undirvísingin inniheldur framløgur og bólkaarbeiði.

Øll eru vælkomin á skeiðið. Skeiðið er serliga ætlað til tey ið eru virkin í ferðavinnuni, tey sum eru nýggj og  tey, sum hava eitt gott hugskot innan ferðavinnu, ið tey ynskja at gera til veruleika.

Skeiðshaldari

Við støði í arbeiðsroyndum og útbúgving innan ferðavinnu og marknaðarføring, fer Oda Wilhelmsdóttir Andreasen at hava frálæru í ferðavinnu og greiða frá, hvussu tú kemur frá hugskoti til veruleika.

Skeiðið fevnir um ein leygardag frá klokkan 09-16 á tilsamans 7 tímar.

Tilmeldingarfreist er týskvøldið 3. mars á midnátt.

Skeið:

Leygardagin 8. februar kl. 9.00-16.00
Íverksetarahúsið í Klaksvík

Leygardagin 15. februar kl. 9.00-16.00
Miðnám í Vestmanna

Leygardagin 22. februar kl. 9.00-16.00
Hugskotið í Tórshavn

Leygardagin 7. mars kl. 9.00 – 16.00
Suðuroy (nærri kunning seinni)

Leygardagin 14. mars kl. 9.00 – 16.00
Eysturoy (nærri kunning seinni)

Address


800 Tvøroyri
Suðuroy

Contact

Website

Date

07 Mar 09:00 - 16:00

Price

250 DKK