27 Apr - 28 Apr
Eysturoy
600 DKK
Verkstovur

NÁTTÚRUPRENT verkstova

x

Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við at náttúruprenta. Vit finna blómur, vøkstur og mynstur úti í náttúruvakra økinum við Løkin og inntaka tað inn í prentarbeiði..

Vit arbeiða stig fyri stig frá tí einfalda til tað meira krevjandi.

Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.

Til ber at ogna sær fleir hágóðsku prentørk undir verkstovuni, eins og tað letur seg gerða at ogna sær útgerð og tilfar aftaná.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Ver í arbeiðsklæðum.

 

Kostnaður

600,- DDK


Stað

Skúlin við Løkin “Handverk og list-stovan”.

 

Dato

Týsdagin 27. apríl. frá kl 16.00 til 19.00.
Mikudagin 28. apríl. frá kl 10.00 til 13.00.

Address

Rókarvegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Contact

Website

Date

27 Apr 2021 16:00 - 19:00
28 Apr 2021 - 13:00

Price

600 DKK