30 Apr
Eysturoy
Free
Tónleikur

Musikkstevnan

x

Dýra biðidag á hvørjum ári savnast horn- og harmoniorkestrini í Føroyum til árligu musikkstevnuna. Vant verður dúgliga fram til hesa konsertina, sum er fremsta árliga málið hjá orkestrunum.

Musikkstevnan ferðast kring landið, og tey 8 orkestrini skiftast um at fyriskipa stóru konsertina. Í ár er tað okkara egna Nes Sóknar Musikkfelag, sum skipar fyri konsertini í Løkshøll.

Konsertin verður Dýra biðidag, t.e. fríggjadagin 30. apríl kl. 14. Hvørt orkestur spælir 3 løg, og úrvalið av tónleiki er sera fjølbroytt.

Atgongdin til tiltakið er ókeypis, men mælt verður til, at fólk skráseta seg á loksholl.fo, so fyriskipararnir kunnu tryggja sporførið.

Legg leiðina framvið Løkshøll Dýra biðidag kl. 14, og hoyr tað besta av føroyskum hornorkesturtónleiki.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

30 Apr 14:00 - 16:00

Price

Free