22 Jul - 30 Sep
Streymoy
286 DKK
Matur & Drekka
Søga & arvur
Tónleikur

Mentanartúrur í Kvívík v/staðkendum ferðaleiðara

x

Ferðaleiðarin Petra er kvívíkingur, og við síni hollu vitan greiður hon eldhugað frá Kvívíksbygd.

Túrurin í Kvívík byrjar í atelierinum heima hjá henni, og meðan hon sigur eitt sindur um uppruna Føroya, fáa vit okkum ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Petra er ein at teimum heilt fáu í Føroyum, íð enn syngur okkara siðbundna kingosang, og hevur hon havt fleiri sjálvstøðugar Kingokonsertir her heima eins og workshop uttanlands. Og áðrenn vit fara út at ganga, syngur hon ein Kingosang.

Eisini verður givið eitt innlit í siðbundna føroyska bygdarlívið, t.e hvussu føroyingar livdu í gomlum døgum, siðbundna føroyska dansin, mentan, list átrúnað, gamla útgrevsturin niðri á Toft, gomlu føroysku neystini og eitt innlit í, hvussu býargerðin broytir bygdamyndina

Nær: mikudagar kl.17:00

Hóskandi fyri allar aldursbólkar.

Address


340 Kvívík
Streymoy

Contact

Website

Date

22 Jul 2020 17:00 - 18:30
25 Jul 2020 11:00 - 12:30
1 Aug 2020 11:00 - 12:00
5 Aug 2020 17:00 - 18:30
12 Aug 2020 17:00 - 18:30
26 Aug 2020 17:00 - 18:30
2 Sep 2020 17:00 - 18:30
9 Sep 2020 17:00 - 18:30
16 Sep 2020 17:00 - 18:30
23 Sep 2020 17:00 - 18:30
30 Sep 2020 17:00 - 18:30

Price

286 DKK