29 Feb - 01 Mar
Sandoy
600 DKK
Verkstovur

Matur á italskum - pasta & gnocchi

x

Kom og royn italska matmentan á Sandi. Vit enda veturin og byrja várið við einum vikuskiftisskeiði í at gera pasta og gnocchi. Pasta er vanligur kostur í flestu heimunum í Føroyum í dag – kanska serliga teir dagarnar, tá tað skal ganga skjótt. Flest okkara keypa turt pasta í handlunum. Men tað er faktiskt als ikki so torført at gera pasta sjálv – og tað er stuttligt at duga, teir dagarnar, tá ein vil diggast eitt lítið sindur meira við matinum enn vanligt. Kom á skeið og lær um italska matmentan, lær at gera ymisk sløg av pasta, lær at gera gnocchi, og lær at gera ymsar sósir til ymsu sløgini av pasta og gnocchi. Og kom og et.

Lærarar: Frida Poulsen

Dato: 29. februar – 1. mars

Støði: Grundskeið

Longd: 2 dagar

Næmingatal: Í mesta lagi 12 næmingar

Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.

Prísur: 600 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, tilfar og vistarhald. Les um vistarhald á Mat & Moldháskúlanum her).

Tilmelding skeiðið er FULLTEKNAÐ.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Mørkin Mikla 5
210 Sandur
Sandoy

Date

29 Feb - 01 Mar Every: Sat
Sun

Price

600 DKK